Ókeypis koppseting fyri lungnabruna til eldri

bannari
Ókeypis koppseting fyri lungnabruna til eldri
Fólkatingið hevur samtykt ein nýggjan koppsetingarpakka, sum millum annað bjóðar ókeypis koppseting fyri lungnabruna til tey, sum eru í vandabólki
Fólkatingið havur samtykt ein nýggjan koppsetingarpakka, sum millum annað bjóðar ókeypis koppseting fyri lungnabruna til tey, sum eru í vandabólki
 
01.04.2020 - 13:58

Fólkatingið og danska stjórnin hava samtykt ein nýggjan koppsetingarpakka, sum millum annað bjóðar ókeypis koppseting móti lungnabruna til tey, sum eru í vandabólki, og tey, sum eru eldri enn 65 ár.

Tað skrivar JyllandsPosten. 

Koppsetingarpakkin skal minka um talið á teimum, sum verða rakt av øðrum álvarsligum smittusjúkum enn korona, fyri at lætta um trýstið á danska heilsuverkið.

 - Tað, sum tú kanst vóna, er, at serliga tey eldru lata seg koppseta, og tað eru serliga tey, sum eru í vanda fyri at fáa lungnabruna. So kanst tú vóna, at talið á lungnabrunum minkar, og trýstið á heilsuverkið eisini, sigur Torben Mogensen, formaðurin í danska lungnafelagnum, og serlækni í doyving.

Stjórnin á Fólkatingið eru komin ásamt um lógina, sum eftir ætlan skal fáa so nógv gomul, fólk í vandabólki og heilsustarvsfólk, sum gjørligt, at lata seg koppseta.

Ætlanin er at koma upp á eitt luttøkutal, sum er 75 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109