- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir játta seg partvís sekar

Eitt av stóru rúsevnismálunum er fyri í Føroya rætti hesa vikuna.
Seks menn, allir danir, eru ákærdir fyri at hava smuglað 18 kilo av hassji og 800 gramm av hassjolju til Føroya í fjør heyst við tí endamáli at selja hassjið í Føroyum.
Hassjolja er nógv sterkari enn onnur evni, sum eru gjørd úr kannabisi.
Í oljuni eru 90 prosent THC. Í øðrum, sum er gjørt úr kannabisi, eru í miðal 12 prosent THC.
Ein teirra ákærdu kom til Føroya við hassjinum í bátinum Emelie úr Danmark.
Báturin legði at á Sandi.
Tveir aðrir, sum eru ákærdir, gróvu hassjið niður í haganum oman fyri omankoyringina til Kirkjubøar.
Teir vóru tiknir á bóli á staðnum.
Royndu at hvítvaska 1,3 milliónir krónur
Menninir eru eisini ákærdir fyri at royna at hvítvaska 1,3 mió. kr.
Tveir teirra vóru tiknir, tá teir koyrdu um borð á Norrønu 17. oktober í fjør.
Tollarar funnu pengarnar, 1,3 mió. kr., í holrúmum í bili teirra.
Teir skuldu til Danmarkar.
Politiið sigur, at pengarnir stava frá ólógligum virksemi.