- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skeivar prostatakanningar í øllum Føroyum

Fimm hundrað menn úr øllum Føroyum, sum síðani 10. mars eru kannaðir, tí teir hava prostatakrabba, ella illgruni er um sjúkuna, hava ikki fingið svar, ella hava helst fingið skeivt svar.
Orsøkin er feilur í úgerðini hjá veitaranum, amerikonsku fyritøkuni, Abbot, sum veitir hesa útgerð til øll Norðurlond.
Eftir páskir er greitt, hvussu umfatandi trupulleikin er.
Blóðroyndirnar, sum tiknar eru, skulu staðfesta sokallaða PSA innihaldið í blóðinum.
PSA, prostata specifikt antigen, er eitt evni, sum prostatakertilin letur frá sær í smáum nøgdum, og sum sæst aftur í blóðinum.
Eitt ov høgt PSA tal kann elva til illgruna um krabbamein.
Hoyr innslag í tíðindunum langafríggjadag kl. 14 og aftur kl. 18.