- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv fleiri umsóknir
Nógv fleiri umsóknir
Nógv fleiri enn vanligt hava søkt inn á Heilsuskúlan í Suðuroynni í ár

Vivie Davidsen, skúlastjóri á Heilsuskúlanum í Suðuroynni.
21.04.2025 - 18:29
Orsøkin er helst, at løgtingið ætlar, at næmingarnir skulu fáa løn meðan tey útbúgva seg, heldur Vivie Davidsen, skúlastjóri á Heilsuskúlanum í Suðuroynni.
Í morgin fer løgtingið at atkvøða við aðru viðgerð, um tey, sum lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara skulu fáa løn heldur enn lestrarstuðul, meðan tey útbúgva seg.
Og alt bendir á, at eitt samt løgting fer at samtykkja málið, tí mentanarnevndin hjá løgtinginum er samd um at mæla løgtinginum til at samtykkja málið.
1739152
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV