Korona: Fýra smittað; sjey vorðin frísk

bannari
Korona: Fýra smittað; sjey vorðin frísk
54 av teimum 144, sum hava fingið staðfest korona-smittuna, eru vorðin frísk aftur
 
27.03.2020 - 07:38

Tað eru nú í alt 144 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna.

Hetta byggir á í alt 3120 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 100 kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.

Sostatt eru fýra persónar afturat smittaðir seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Seinasta samdøgrið eru sjey vorðin frísk aftur. Í alt 54 eru nú staðfest frísk.

Tvey fólk eru innløgd á sjúkrahúsi, sambært corona.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824