- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona: Átta sjúk og 14 frísk seinasta samdøgrið
Korona: Átta sjúk og 14 frísk seinasta samdøgrið
Í alt 140 føroyingar hava fingið staðfest korona-smittuna; harav 47 eru vorðin frísk aftur, upplýsir Landslæknin í morgun

26.03.2020 - 07:24
Tað eru nú í alt 140 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 2859 kanningarúrslit.
Sostatt eru átta persónar afturat smittaðir seinasta samdøgrið.
Samstundis eru í alt 47 føroyingar vorðnir frískir afturat; 14 fleiri enn í gjár.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Báðir persónarnir, ið hava verið innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna, eru útskrivaðir. Sostatt er eingin innlagdur í løtuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV