Korona: Tíggju smittað afturat, fimm vorðin frísk

bannari
Korona: Tíggju smittað afturat, fimm vorðin frísk
132 føroyingar hava fingið staðfest koronasmittuna, harav 38 eru vorðnir frískir aftur
 
25.03.2020 - 07:51

Tað eru nú tilsamans 132 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Tað boða myndugleikarnir frá á corona.fo.

Harvið hava tíggju føroyingar afturat fingið staðfest smittuna seinasta samdøgrið.

38 vorðin frísk

Samstundis eru fimm føroyingar vorðnir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Í løtuni eru tilsamans 38 føroyingar staðfestir frískir. 

Við øðrum orðum hava 94 føroyingar framvegis smittuna, sambært nýggjastu tølunum. Fyri at staðfesta, at smittað fólk eru frísk aftur, skulu ganga tvey samdøgur uttan sjúkueyðkenni.

Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi. Tvey fólk eru framvegis innløgd á sjúkrahúsi í sambandi við smittuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109