122 fingið staðfest koronavirus

bannari
122 fingið staðfest koronavirus
Talið av føroyingum, sum eru smittaðir við koronavirusinum, veksur spakuliga. Í gjár var talið 118
122 fólk í Føroyum hava nú fingið staðfest koronavirus. Tvey fólk eru innløgd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2020 - 07:31

Í morgun vísir uppgerðin á heimasíðuni, corona.fo, at 122 fólk hava fingið staðfest smittuna. Tað eru fýra fleiri tilburðir enn í gjár.

Samstundis vísir uppgerðin, at 2.482 fólk eru kannað. Talið av smittaðum veksur spakuliga, í gjár vóru 118 fólk sjúk og sunnudagin 115 fólk.

Greinin heldur fram niðanfyri

Omanfyri: Almennu tølini, sum eru løgd út í morgun

Samstundis verður upplýst, at 33 føroyingar eru frískir aftur, eftir at hava havt sjúkuna. Tað er bara ein vika síðani, at tann fyrsti føroyingurin varð staðfestur frískur.

Fyri at staðfesta, at smittað fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.

Tveir føroyingar eru innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya við coronasmittu, skrivar heimasíðan corona.fo í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109