Fyrsti føroyingurin innlagdur

bannari
Fyrsti føroyingurin innlagdur
Ein føroyingur er nú innlagdur á Sjúkrahúsverk Føroya fyri koronasmittuna, men talið á smittaðum er ikki hækkað nógv seinasta samdøgrið
Ein føroyingur er innlagdur við koronasmittuni, samstundis sum talið á frískum eru komið upp á 23
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.03.2020 - 08:05

Tann fyrsti føroyingurin er nú innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna. Tað upplýsir Heilsumálaráðið. 

118 føroyingar eru nú smittaðir av tilsamans 2.255 kannaðum. Talið er ikki vaksið nógv, tí í gjár var talið 115 fólk.

Sostatt eru tríggir nýggir tilburðir av teimum 178, sum eru kannað seinasta samdøgrið. Í morgun eru tað nú í alt 23 føroyingar, ið eru staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna.

Fyri at staðfesta, at smittað fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109