Danir fara at gera fleiri koronaroyndir

bannari
Danir fara at gera fleiri koronaroyndir
Nógv fleiri danir skulu nú kannast fyri koronavirusið, boðar danska heilsumálaráðið frá í dag
 
22.03.2020 - 16:48

Danir fara nú at kanna nógv meir fólk fyri koronavirus.

Tað hevur danska heilsumálaráðið gjørt av, saman við millum annað heilsustýrinum og serumsstovninum, skrivar danska kringvarpið.

 - Okkara ætlan er, at nógv fleiri í Danmark nú skulu kannast fyri Covid-19 , sigur heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, í einum tíðindaskrivi.

Hetta hendir, eftir at donsku heilsumyndugleikarnir hava fingið ákoyringar fyri ikki at gera nóg nógvar koronaroyndir.

Heimsheilsustovnurin, WHO, viðmælir, at øll, sum vísa sjúkueyðkenni, skulu kannast, og tað er líkt til, at danir nú taka avleiðingarnar av hesum.

Leggur trýst á heilsuverkið

Nýggja útspælið fer at leggja stórt trýst og heilsuverkið, sum longu nú manglar útgerð at gera royndirnar við.

 - Vit arbeiða hart saman við almennum og privatum partum, fyri at økja um orkuna at gera royndir, og eg fari, saman við amtunum, at tryggja, at nýggja royndarætlanin verður útinnt, sigur Magnus Heunicke, sambært dr.dk.

Danmark slepti annars tíðliga, at kanna øll tey, sum høvdu sjúkueyðkenni. 

Í løtuni verða bert tey kannað, sum hava sjúkueyðkenni, sum krevja, at tey verða innløgd á sjúkrahúsið, men nú sær út til, at Danmark í øllum førum nærkast viðmælunum frá WHO.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109