- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu framvegis rinda meirvirðisgjald
Kunnu framvegis rinda meirvirðisgjald
Tey, sum eiga at fáa mvg afturgoldið fyri fyrsta ársfjórðing, fáa sínar pengar sum ætlað
19.03.2020 - 10:09
Tey, sum vilja tað, kunnu framvegis lata landskassanum meirvirðisgjaldsuppgerð fyri fyrsta ársfjórðing í ár tann 10.mai, sum lógin sigur.
Men løgtingið hevur samtykt eitt undantak, sum flytur freistina til 15.november.
Hetta er gjørt fyri at hjálpa vinnuni, sum við hesum fær 400 milliónur krónur at arbeiða við nú.
Freistin at boða frá meirvirðisgjaldinum í øðrum ársfjórðingi, sum byrjar 1.april, er 24.august.
Tey, sum eiga at fáa mvg afturgoldið fyri fyrsta ársfjórðing, fáa sínar pengar sum ætlað.
Freistin fyri fyrsta ársfjórðing er 15.november, so hon ikki kemur í bland við freistina fyri triðja ársfjórðing, sum er 10.november, sigur Fíggjarmálaráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV