
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Óhepnar ásetingar í sildaavtaluni gera, at vit ikki fáa eins nógva nyttu burtur úr avtaluni við Noreg, sum vit høvdu viljað.
Tað sigur Jan Petersen, stjóri í Christiani í Grótinum, um strandarlandasemjuna millum Føroyar og Noreg, um at býta norðhavssildina.
Sambært semjuni kann einki fiskast eftir 1. februar - dagin eftir at kunngerðin varð lýst.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Gjørt í samstarvi við Nótaskip
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at Fiskimálaráðið fekk at vita frá felagnum Nótaskip, at kunngerðin hevði ongan skund. Hann sigur, at tað, sum er gjørt í hesum málinum, er gjørt í samstarvi við felagnum Nótaskip.
Hoyr samrøðu við Dennis Holm, sum var gestur í útvarpsstovuni: