Loysn í eygsjón um Hamragarð

Loysn í eygsjón um Hamragarð
Fíggjarmálaráðið væntar, at umvælingarnar vera gjørdar í ár og næsta ár
Tað kostar 17,3 milliónir krónur at umvæla Hamragarð, segði Landsverk í mars í 2023. 
 
11.02.2025 - 08:14

Ein loysn er í eygsjón.

Tað hevur fíggjarnevndin fingið at vita frá Fíggjarmálaráðnum um Hamragarð í Vági.

Ósemja hevur leingi verið um, hvussu landið og kommunurnar skulu rinda umvælingarnar í Hamragarði.

Samráðingarfundur um Hamragarð var fyri stuttum millum landsstýrið, Landsverk og kommunurnar í sunnaru helvt í Suðuroynni. 

Fundurin gekk væk, og ein loysn er í eygsjón, hevur fíggjarnevndin fingið at vita.

 

Kostar 17,3 milliónir

Kommunurnar hava higartil ikki verið sinnaðar at rinda nakað sum helst.

Tað kostar 17,3 milliónir krónur at umvæla Hamragarð, segði Landsverk í mars í 2023. 

Høvuðsarbeiðstakarin og Landsverk samdust í 2022 um, at høvuðsarbeiðstakarin skuldi endurrinda 3,8 mió. kr. 

So eru 13,5 mió. kr. eftir.

Fíggjarmálaráðið væntar, at umvælingarnar vera gjørdar í ár og næsta ár. Landsins partur verður 3,75 mió. kr. í ár og tríggjar milliónir næsta ár.

Ellis- og røktarheimið Hamragarður í Vági kom fyri stívum 13 árum síðani.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301