- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúkararáð fyri Talgildu Føroyar
Brúkararáð fyri Talgildu Føroyar
KT-felagið hevur skrivað hoyringarskriv um lógaruppskotið um Talgildu Føroyar 2.0.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/talgildu_foroyar_2.jpg?itok=9g8wL29J)
Í ráðnum eiga at vera umboð fyri pensionistar, studentar, KT-serkøn og partarnar á arbeiðmarknaðinum, sigur KT-felagið. (Savnsmynd)
10.02.2025 - 08:25
Vit eiga at hava eitt brúkararáð fyri Talgildu Føroyar.
Í ráðnum eiga at vera umboð fyri pensionistar, studentar, KT-serkøn og partarnar á arbeiðmarknaðinum.
Endamálið er at tryggja, at hesir bólkar vera hoyrdir í menningartilgongdini, og at talgildu tænasturnar eru brúkaravinarligar og ikki vera óbrúkiligar av tekniskum forðingum.
Tað sigur KT-felagið í sínum hoyringarskrivi um lógaruppskotið um Talgildu Føroyar 2.0.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV