KAF og heilsuhjálparar: Semingsmenn komnir uppí

KAF og heilsuhjálparar: Semingsmenn komnir uppí
Partarnir hava samráðst síðani í heyst, men tað er framvegis langt millum partarnar
Semingsmenninir eru boðsendir í sáttmálatrætuni millum KAF og Heilsuhjálparafelagið
 
21.02.2020 - 15:28

Semingsstovnurin er komin upp í samráðingarnar millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Sátttmálin fór úr gildi 1. oktober, og partarnir handaðu hvør øðrum krøvum 23. oktober.

Síðani hava partarnir hava átta samráðingarfundir, men samráðingarnar hava ikki borið á mál.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið sigur, at tað er framvegis langt millum partarnar, og á fundi fyrrapartin boðaði felagið frá, at tað vildi hava semingsstovnin upp í samráðingarnar. 

Semingsstovnurin varð boðsendur, og klokkan 13 hittust partarnir á fundi við semingsstovninum, har tosað varð um, hvussu farast skal fram, sigur Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109