Eysturoyartunnilin verður kanska seinkaður

Eysturoyartunnilin verður kanska seinkaður
Arbeiðið at leiða vatn burtur í tunlinum tekur longur tíð enn væntað
 
07.02.2020 - 11:03

Eysturoyartunnilin verður kanska ikki tikin í nýtslu fyrr enn fyrst í 2021. Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/f Eystur- og Sandoyartunlum. 

Eftir ætlan skuldi tunnilin takast í nýtslu 1. desember. Í løtuni verður arbeitt við at vatntryggja tunnilin.Tað merkir, at vatn, sum seyrar niður gjøgnum grótið, verður leitt burtur.

Hetta arbeiðið tekur longur tíð enn væntað, men tað gevur ein betri tunnil í framtíðini, sigur Teitur Samuelsen.

Tískil kann tað fara um árskiftið, áðrenn Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu, men tað ber ikki til at siga nakað neyvari í løtuni, sigur stjórin í Eystur- og Sandoyartunlunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109