Færri ferðafólk í Íslandi

Færri ferðafólk í Íslandi
Flestu ferðafólkini koma úr Bretlandi, Kina, Týsklandi og Fraklandi.
Umleið tvær milliónir útlendsk ferðafólk komu og fóru um floghavnina í Keflavík í fjør
 
06.02.2020 - 14:10

Talið av ferðafólkum, sum vitja í Íslandi, minkar.

Slakar tvær milliónir ferðafólk vitjaðu í Íslandi í fjør, vísa tøl frá altjóða flogvøllinum í Keflavík. 

Tað eru 14,2 prosent færri enn fyrraárið, skrivar heimasíðani hjá íslendsku ferðavinnunstovuni.

Størsta minkingin var í mai. Tá komu 23,6 prosent færri ferðafólk, og í september minkaði ferðafólkatalið  20,7 prosent.

Triðbesta árið

Hóast ferðafólkatalið er minkað síðani 2018, so var 2019 triðbesta árið, síðani ferðavinnan fór at skráseta tøl.

Flestu ferðafólkini koma úr Bretlandi, Kina, Týsklandi og Fraklandi. 

Í ár vitjaðu útlendsku ferðafólkini í miðal í 6,6 dagar, nakað tað sama sum í 2018. Og tað eru týskarar, fraklendingar, spaniólar og italiumenn, sum eru longst í Íslandi. 

Nøgdsemiskanningin millum ferðafólk, NPS, sum er stytting fyri Net Promoter Score, vísur, at Ísland fekk 80 av 100 møguligum í 2019.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109