Ætlar at halda fram sum floksformaður

Ætlar at halda fram sum floksformaður
Kim Kielsen ætlaði at gevast sum formaður í Siumut, men nú hevur hann hálsað um
 
14.01.2020 - 14:53

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, stillar upp til formansvalið í Siumut. Tað skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.

Eftir innanhýsisstríð í Siumut í september í fjør, boðaði Kim Kielsen annars frá, at hann fór at leggja frá sær á landsfundinum, sum verður í Ilulissat í juli.

Men nú hevur hann broytt hugsan og stillar uppaftur. Kielsen hevur tó ikki boðað frá hesum alment enn, men tað verður skjótt, skrivar Sermitsiaq.

Ein avbjóðari

Higartil er bara eitt annað valevni, Erik Jensen, sum í november legði frá sær sum landsstýrismaður, og samstundis boðaði frá, at hann fer eftir formanssessinum í Siumut.

Tað er júst Erik Jensen, sum er orsøkin til, at Kim Kielsen er vil taka eitt tørn aftrat. Sambært Kielsen, er Erik Jensen ikki førur fyri at standa á odda fyri størsta flokkinum í landinum,  og sostatt helst eisini fyri øllum landinum. 

Kielsen skal, sambært Sermitsiaq, hava róð framundir, at Erik Jensen er meira lokalpolitikari, og at hann hevur ov fáar royndir í landspolitikki. Erik Jensen var ein av teimum sjey leiðandi limunum í Siumut, sum tíðliga í heyst royndu at fáa Kim Kielsen frá sum formann, og tað hevur Kielsen ikki gloymt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463