Spreinging í Stokkhólmi í nátt

Spreinging í Stokkhólmi í nátt
Umleið 30 fólk vórðu flutt á ein skúla. Enn er ógreitt, hví spreingingin var.
 
13.01.2020 - 08:56

Ein íbúðarbygningur í Østermalm í Stokkhólmi hevur fingið stóran skaða av eini spreinging í nátt.

Í løtuni er óvist, um nakar hevur fingið mein av spreingingini. 

Umleið 30 fólk vórðu flutt á ein skúla, og økið varð avbyrgt,  skrivar Expressen sambært Berlingske.

 - Ein hvøllur brestur hoyrdist um allan Stokkhólm, segði ein myndamaður, sum býr ein kilometur frá økinum, har spreingingin var.

Bygningurin hevur fingið stóran skaða, og ein bilur varð sprongdur í luftina.

Rútar brotnaðu eisini í einum skúla nærindis.

Svenska løgreglan veit ikki, hvat hendi í nátt.

Í Uppsala, norðan fyri Stokkhólm, var eisini ein spreinging í nátt.

Heldur ikki har er frætt um, at fólk hevur fingið skaða.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463