- Tíðindi, mentan og ítróttur
Musharraf sleppur kortini undan deyðarevsing
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/musharraf.png?itok=_oZucg-F)
Ein pakistanskur dómstólur hevur ógildað deyðarevsingina móti fyrrverandi forsetanum í Pakistan, Pervez Musharraf.
Tað skrivar AFP-tíðindastovan.
Musharraf varð í 2014 ákærdur fyri landasvik, og hann sat í húsavarðhaldi.
Hann varð seinni latin leystur, og flýddi í útlegd til Dubai fyri at sleppa undan revsing.
Tók valdið í 1999
Fyrrverandi generalurin tók valdið í Pakistan í 1999, tá hann koyrdi stjórnina hjá táverandi forsætisráðharranum, Nawaz Sharif, frá.
Musharaf var forseti frá 2001 til 2008.
Málið um hásvikagerð - højforræderi - snýr seg um, hvussu fyrrverandi forsetin handfór støðuna í landinum, tá hann setti undtaksstøðu í gildi í fleiri vikur.
Grundlógin varð sett til viks, og tjóðartingið varð koyrt til hús.
Tá dómararnir søgdu, at undantaksstøðan varð ógildug, koyrdi Musharraf teir frá.
Rættarmálið byrjaði í 2014
Rættarmálið móti Musharaf byrjaði í 2014, men tað er útsett fleiri ferðir, tí forsetin var sjúkur.
Hann er fyrsti forseti Í Pakistan, sum verður dømdur fyri at hava sett seg sjálvan oman fyri lógina.
Bæði í 2013 og í 2018 royndi Musharraf at stilla upp til forsetavalið í Pakistan, men ein dómstólur vildi ikki loyva honum at stilla upp.