- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuprísurin lækkaður munandi
Oljuprísurin lækkaður munandi
Oljan kostar nú aftur umleið 65 dollarar fyri tunnuna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/olie1.jpg?itok=nICDdOUe)
09.01.2020 - 10:01
Oljuprísurin lækkaði munandi í gjárkvøldið, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, helt røðu um spentu støðuna millum USA og Iran.
Oljuprísurin er nú komin niður aftur í umleið 65 dollarar fyri tunnuna, sum prísurin var, áðrenn USA fríggjadagin gjørdi av við iranska herosvastan, Suleiman. Tá er talan um olju úr Norðsjónum.
Prísurin á amerikansku WTI oljuni er lækkaður niður í 60 dollarar fyri tunnuna.
Um vikuskiftið og fyrst í hesi vikuni hækkaði prísurin, og eitt skifti var prísurin á olju úr Norðsjónum oman fyri 70 dollarar fyri tunnuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV