- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólk flutt av kendari frítíðaroyggj
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kangaroo_island_-_ap.jpg?itok=-BzDDtWF)
Tíðliga í morgun, fór australski herurin undir at flyta fólk av kendu frítíðaroynni, Kangaroo Island, eftir at sløkkiliðsfólk søgdu seg hava mist tamarhaldið á einum stórum skógareldi, miðskeiðis á oynni.
Tað er nú heitari aftur í Australia, og tí eru fleiri skógareldar kyknaðir aftur av álvara. Herfólk gingu frá húsi til hús í býnum, Parndana, miðskeiðis á oynni, og vaktu fólk
Fólkini fingu fimm minnuttir at fara úr húsunum. Orsøkin er, at ein stórur eldur, sum tamarhald ikki er á, nærkast býnum. BBC skrivar, at eldarnir á oynni hava havt við sær, at minst 25.000 koalabjørnir eru deyðar.
Hitin upp um 40 stig aftur
Í landspartinum, Victoria, eru nógv fólk við strendurnar, tí tey kunnu ikki vera við hús, og tann støðan er longd í 48 tímar, skriva australskir miðlar.
Victoria landsparturin er sera hart raktur av skógareldunum, og forsætisráðharrin í landspartinum, Daniel Andrews, sigur, at støðan nú aftur versnar.
Hann sigur, at støðan kann gerast sera hættislig í morgin, tí tá fer hitin upp um aftur 40 stig. Australski verðurstovnurin upplýsir, at 2019 var heitasta og turrasta árið í Australia nakrantíð.