176 fólk deyð í flogvanlukku

176 fólk deyð í flogvanlukku
Eitt flogfar hjá Ukraina International Airlines datt í morgun niður stutt eftir at tað var farið úr Iran
Bjargingarfólk á staðnum, her eitt flogfar hjá Ukraina International Airlines í morgun datt niður í Iran stutt eftir fráferð
Mynd: AP  
 
08.01.2020 - 08:44

Eitt flogfar hjá ukrainska flogfelagnum, Ukraina International Airlines, datt tíðliga í morgun niður, stutt eftir at tað var farið úr altjóða floghavnini í Teheran í Iran, skrivar Associated Press.

Myndugleikarnir í Ukraina upplýsa, at 176 fólk vóru við flogfarinum, og at øll lótu lív. Myndugleikarnir í Iran siga, at flogfarið hevði tekninskar trupulleikar, tí tað fór ein tíma seinni avstað, enn ætlanin var.

Stutt eftir at flogfarið var dottið niður, góvu amerikansku myndugleikarnir øllum ikki hernaðarligum flogførum forboð fyri at flúgva yvir iranskum og irakiskum øki, og tey skulu heldur ikki flúgva yvir Omanvíkini og yvir Persaraflógvanum.

Tað verður kannað, um iransku rakettirnar, sum vórðu sendar inn yvir Irak í nátt og í morgun, kunnu vera orsøkin til at flogfarið datt niður, men tí er ikki greiða fingin á enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369