Sleppur ikki at halda røðu í ST

Sleppur ikki at halda røðu í ST
USA hevur noktað iranska uttanríkisráðharranum innferðarloyvi
 
07.01.2020 - 15:00

Iranski uttanríkisráðharrin, Mohammad Javad Zarif, ætlaði sær at halda røðu í ST, men tað sleppur hann ikki, tí USA hevur noktað honum innferðarloyvi.

Tað skrivar AP tíðindastovan.

Umbønin um innferðarloyvi til USA verður noktað, samstundis sum støðan er sera spent ímillum londini.

Iranski uttanríkisráðharrin vildi sleppa á fund í ST at fordøma amerikansku framferðina, tá iranski herovastin varð myrdur.

Sambært eini avtalu í ST frá 1947, skal USA sum heild loyva diplomatum úr øðrum londum at koma á fund í ST, tí ST hevur høvuðssæti í New York.

Amerikanska stjórnin hevur víst á, at undantøk eru, m.a. tá talan er um trygd, yvirgang ella uttanríkispolitisk viðurskifti. Meir vil amerikanska uttanríkisráðið ikki siga.

Iranska ST-sendinevndin sigur seg hava hoyrt um avgerðina í miðlunum, men sigur seg ikki hava fingið nakra almenna fráboðan um amerikansku avgerðina.

Talskvinnan hjá ST, Stephane Dujarric, vil ikki gera viðmerkingar til málið.

ST-sendiharrin hevur skírt amerikansku framferðina at verða brot á fólkarættin og yvirgang.

Seinast, iranski uttanríkisráðharrin var í USA, var á árliga fundinum hjá ST í heyst, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369