Norðmenn útfluttu fisk fyri 107 mia. kr. í fjør

Norðmenn útfluttu fisk fyri 107 mia. kr. í fjør
Laksur er nógv størsta einstaka vøran, 1,1 milliónir tons fyri 72,5 milliardir
 
07.01.2020 - 14:49

Noreg útflutti 2,7 milliónir tons av fiskavørum í fjør fyri 107,3 milliardir norskar krónur, og tað var samstundis fyrstu ferð, at landið útflutti fyri meir enn 100 milliardir kr.

Í nøgd minkaði útflutningurin 3 prosentstig, samstundis sum virðið vaks við 8 prosentstigum.

Laksur var nógv størsta vøran, 1,1 milliónir tons, fyri 72,5 milliardir kr.

Av øðrum fiskasløgum var toskur størsti parturin, 181.000 tons fyri 10,1 milliardir kr. Nøgdin av toski minkaði, men prísurin setti met.

Pólland keypir mest av fiskavørum úr Noreg, 230.000 tons, fyri 10,6 milliardir kr.

Útflutningurin av fiski til Kina vaks eisini nógv, vøksturin var 1,5 milliardir kr, upp í 5,2 milliardir kr, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463