- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jenis av Rana: – Hjúnabandið skal reinsast
Samgongutingingarnar millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin halda fram, og nú vil Miðflokkurin hava sítt hjartamál, hjúnabandslógina, broytta aftur.
– Málið er at reinsa hjúnabandið, so tað bara er fyri kvinnu og mann. Vit meta ikki, at nakar annar møguleiki er reellur og fara ongantíð at góðtaka nakað annað.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum nú seinnapartin.
– Vit royna tað, sum vit kunnu fyri at fáa tað gjørt. Eg nevndi úti í Kongshøll (kvøldið fyri løgtingsvalið, red.), at tað at billa fólki inn, at tey eru hjún, tvey av sama kyni, tað er at sleppa teimum upp á fjall. Eg brúkti orðini, at selja teimum eina spilta vøru, sigur Jenis av Rana.
Eiler Fagraklett frá LGBT sigur, at tað verður ein vanlukka, um rættindini at ganga saman í borgarligt hjúnalag nú skal takast frá teimum samkyndu eftir so drúgt og hart stríð.
– Tað hevur verið ein so ræðuliga keðiligur og strævin bardagi fyri okkum og okkara avvarðandi. Skulu vit so aftur fara at berjast um rættin at vera í Føroyum og hava somu rættindi sum aðrir borgarar?
– Vit eru í ferð við at stovna familjur, og vit trívast væl í Føroyum. Tað vildi verið ein vanlukka, um tey byrja at taka nakað frá okkum aftur, sum vit hava bart hart fyri og vunnið, sigur Eiler Fagraklett.