Fínteljingin eftir løgtingsvalið byrjað

bannari
Fínteljingin eftir løgtingsvalið byrjað
Fínteljingin er spennandi, tí einans atkvøða skilir Poul Michelsen, sum varð valdur fyri Framsókn, og Ruth Vang, sum ikki varð vald
 
04.09.2019 - 09:42

Klokkan níggju byrjaði fínteljingin eftir løgtingsvalið leygardagin. Teljast skulu 33.779 atkvøður, og støða skal eisini takast til 85 blankar atkvøður og 65 ógildar atkvøður.

Fínteljingin er spennandi, tí einans atkvøða skilir Poul Michelsen, sum varð valdur fyri Framsókn, og Ruth Vang, sum ikki varð vald.

Og tríggjar atkvøður eru á muni millum Bjarna Hammer, sum varð valdur fyri Javnaðarflokkin, og Eyðgunn Samulsen, sum ikki varð vald.

18 fólk, sum Innlendismálaráðið hevur biðið, fíntelja. Fínteljingin verður á Hotel Hafnia. Og fínteljing eftir eitt val tekur tíð. Í 2015 var fínteljingin liðug klokkan seks um kvøldið. Hon vardi tá í níggju tímar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Mikudag 30. apríl
Morgunlestur mikudagur 30.apríl 2025
191013
Týsdag 29. apríl
Góðan morgun Føroyar
191190
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109