- Tíðindi, mentan og ítróttur
Triðja hvørt tingmál er enn í nevndunum

Okkurt um 60 tingmál komu ikki aftur úr nevndunum, nú løgtingið er farið í summarfrí.
Málini eru tó ikki dottin burtur enn, tí tingsetan endar ikki fyrr enn á ólavssøku.
Og løgmaður hann kalla tingið saman hetta til ólavssøku. Tað kunnu 14 tingfólk eisini gera.
178 mál eru løgd fram í hesi tingsetuni.
Okkurt mál hevur verið í nevnd síðani í september í fjør.
Fýra skrivligir fyrispurningar eru ikki svaraðir.
Í hesari tingsetuni hevur Fíggjarnevndin havt 36 fundir, Vinnunevndin 28, Trivnaðarnevndin 26
Rættarnevndin 25, Uttanlandsnevndin 18, Mentanarnevndin 12, Landsstýrismálanevndin tveir,
og grein 25 nevndin, sum viðger lønina og eftirlønina hjá tingfólki, hevur havt fýra fundir í tingsetuni, varð upplýst í tinginum fríggjakvøldið..