- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera svarið frá landsstýrismanninum
Viðgera svarið frá landsstýrismanninum
Landsstýrismálanevndin hevur fund seinnapartin í morgin

Landsstýrismálanevndin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
24.02.2025 - 08:48
Landsstýrismálanevndin fer seinnapartin í morgin at viðgera svarið hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, um fyribils niðurstøðuna hjá nevndini um kæruna frá Árna Skaale, løgtingsmanni.
5. mai í fjør kærdi Árni Skaale Dennis Holm, tí hann útlutaði 32.500 tons av svartkjafti við kunngerð.
Landsstýrismálanevndin fekk fyri jól í fjør advokatin Kristinu Samuelsen at gera eitt upprit og uppskot um niðurstøðu í málinum.
Síðani gjørdi nevndin eina fyribilsniðurstøðu, sum var send Dennisi Holm 22. januar.
Hann hevur nú svarað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV