- Tíðindi, mentan og ítróttur
Holocaust-minningardagur samtyktur

Løgtingið hevur samtykt eitt uppskot til samtyktar frá Jógvani á Lakjuni í Fólkaflokkinum, um at heita á landsstýrið at bera so í bandi, at í Føroyum skal 27. januar eisini vera almennur minningardagur teirra, sum lótu lív í Holocaust undir seinna heimsbardaga, og í øðrum fólkadrápum.
Ein samd mentanarnevnd tók undir við uppskotinum, sum varð einmælt samtykt.
1. november í 2005 samtykti ST, við støði í mannarættindasáttmálanum og fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocuast og øll onnur fólkadráp.
Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum almennan minningardag, soleiðis at komandi ættarlið kunnu læra av søguni og forða fyri, at fólkadráp aftur vórðu framd.
Fleiri lond hava bæði frammanundan og eftir tað sett ST-samtyktina í gildi, eisini ES sum stovnur.
Mentanarnevndin sigur í álitinum, at løgtingið skal heita á Mentamálaráðið og Nám um at taka arbeiðið á seg um at skipa fyri almennum degi 27. januar, og at seta pening av til hetta til undirvísingartilfar, framsýningar og framførslur, og at fáa skúlar, kommunur, søvn og viðkomandi partar um at ganga saman um dagin.