- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjóri ávarar samgonguna móti tingmanni

Uppskotið hjá Magna Laksáfoss um at leggja elkervið hjá Sev í eitt sjálvstøðugt felag og annars at liberalisera føroyska el-marknaðin, vendir blóðskeivt. Tað heldur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen.
Torbjørn Jacobsen ávarar samgonguna móti einum knæfalli fyri Magna Laksáfoss fyri at tryggja sær hansara stuðul restina av samgonguskeiðnum.
Rekord
- Kemur hetta ígjøgnum, er hetta helst politisk rekord, heimsrekord. At ein einasti tingmaður, av 33, í einum heilum landi sleppur at torpedera skipanina, sum hevur skyldu at veita alt ravmagnið í landinum. Ikki so frægt at SEV er spurt eftir, tíansheldur eigarin, sum er kommunurnar í Føroyum, um hvat hesi halda um uppskotið, skrivar borgarstjórin á facebook.
Uppskotið hjá Magna Laksáfoss um at liberalisera føroyska elmarknaðin liggur í rættarnevndini. Men løgtingið skal í morgin atkvøða um at fáa uppskotið úr nevnd aftur.
Kommunufelagið og leiðslan í Sev hava boðað rættarnevndini frá, at eitt tílíkt mál eigur at koma frá landsstýrinum og ikki frá einstøkum uttanflokkatingfólki.
Magni Laksáfoss hevur ikki hug at gera viðmerkingar til uppskotið í løtuni.