Vegleiðandi fólkaatkvøða í Skálabotni í morgin

Vegleiðandi fólkaatkvøða í Skálabotni í morgin
Grækarismessa er í morgin, og tá verður vegleiðandi fólkaatkvøða um bygdarnøvnini Skálafjørður ella Skálabotnur
 
11.03.2019 - 19:36

Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti 31.oktober í fjør at hava fólkaatkvøðu í bygdini um navnið. Áheitan kom frá fólki í bygdini um at broyta bygdarnavnið aftur frá Skálabotni til Skálafjørð.
Í morgin sleppa fólk í bygdini at atkvøða um hetta. 

Tveir spurningar vera á fólkaatkvøðuni. Teir eru: skal bygdin eita Skálafjørður?, og skal bygdin eita Skálabotnur? Bara annar møguleikin kann veljast.

Endalig uppgerð av fólkaatkvøðuni verður gjørd av valstýrinum annaðhvørt sama dag, sum atkvøðuteljingin fer fram, ella í seinasta lagi dagin eftir. Valhølini eru opin frá kl. 10 til 20.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109