Tubbaksfyritøkur dømdar at gjalda 81 mia. kr.

Tubbaksfyritøkur dømdar at gjalda 81 mia. kr.
100.000 roykjarar og fyrrverandi roykjarar í Kanada hava fingið viðhald frá einum kærudómstóli
 
02.03.2019 - 15:07

Ein kærudómstólur í Kanada hevur staðfest ein dóm móti fleiri tubbaksfeløgum, sum skulu gjalda umleið 81 milliardir krónur í okkara peningi í endurgjaldi til roykjarar, tí teir vórðu ikki ávaraðir um heilsuvandan av royking.

Tað skrivar franska tíðindastovan, AFP.

Endurgjaldið verður latið umleið 100.000 roykjarum og fyrrverandi roykjarum í kanadiska landspartinum Quebec, sum høvdu stevnt.

Tey siga, at tubbaksfeløgini hava vitað síðani fimmtiárini, at royking er heilsuskaðilig og kann elva til krabbamein, uttan at hava ávarað brúkararnar um tað.

Summi av teimum, sum høvdu stevnt, hava roykt síðani sekstiárini.

Gamalt mál

Málið varð upprunaliga reist í kanadisku rættarskipanini í 1998.

Í 2015 vóru tubbaksfeløgini dømd at gjalda 74 milliardir krónur í endurgjaldi. Síðani eru sjey millardir krónur lagdar aftrat í rentu.

Advokatarnir hjá teimum stevndu eru væl nøgdir við dómin, men tubbaksfeløgini siga, at roykjararnir vistu, hvørjar avleiðingar royking kann hava fyri heilsuna.

Tubbaksfeløgini hava møguleika at kæra dómin til hægstarætt. Freistin at kæra er ein mánaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823