Í uttanlandsnevndina við fríhandilssáttmála

Í uttanlandsnevndina við fríhandilssáttmála
Mikudagin fer Poul Michelsen, landsstýrismaður, í uttanlandsnevndina við fríhandilssáttmálanum millum Føroyar, Bretland og Norðurírland.
Poul Michelsen, landsstýrismaður
Mynd: savnsmynd  
 
20.01.2019 - 13:26

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fer mikudagin at ráðføra seg við uttanlandsnevndina um fríhandilssáttmálan millum Føroyar, Bretland og Norðurírland.

Bretland og Føroyar fara seinni í hesum mánaðinum at skriva undir fríhandilssáttmála millum londini.

Sáttmálin ber í sær, at samhandilin við Bretland kann at kalla ótarnaður av Brexit halda fram, tá landið fer úr ES, sigur Poul Michelsen.

Sáttmálin tekur støði í verandi sáttmála við ES, har handilsviðurskiftini millum Bretland og Føroyar higartil hava verið skipað.

Vilja tryggja føroysk áhugamál

Dentur hevur verið lagdur á at tryggja føroysk áhugmál í sambandi við, at Bretland fer úr ES.

Beint eftir fólkaatkvøðuna í Bretlandi í juni 2016 um Brexit varð ein arbeiðsbólkur settur, og tveir bretskir ráðharrar hava vitjað í Føroyum. 

Landsstýrismenninir í uttanríkis- og vinnumálum og fiskivinnumálum hava eisini vitjað starvsfelagar sínar í London til tess at umrøða, hvussu Føroyar og Bretland kunnu skipa sínámillum viðurskiftini eftir Brexit.   

Bretland er millum tey lond, sum Føroyar útflyta mest til.

Í 2016 var útflutningurin 850 milliónir krónur, og í fjør var hann 770 milliónir.

Innflutningurin úr Bretlandi seinastu tvey árini hevur verið ávikavist 169 og 284 milliónir kr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008