- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ber ikki til at marka stuðulin til skótarnar
Ber ikki til at marka stuðulin til skótarnar
Tað hevur fingið ilt í KFUK skótarnar, at Fíggjamálaráðið hevur biðið Fíggjarnevndina markað 750.000 kr. til at reka Skótadepilin á Selatrað

Fleiri skótar enn KFUM eru í Føroyum, sigur KFUK.
14.12.2018 - 13:15
Tað hevur fingið ilt í KFUK skótarnar, at Fíggjamálaráðið hevur biðið Fíggjarnevndina markað 750.000 kr. til at reka Skótadepilin á Selatrað, sum KFUM eigur.
Stuðulin til Føroya skótaráð, sum er samstarvsráð fyri skótasamskipanirnar í Føroyum, eigur at vera latin uttan serliga marking, siga KFUK skótarnir við Fíggjarnevndina.
Eykastuðulin til rakstur, sum her er 750.000 kr., eigur at koma øllum trimum skótasamskipanum í Føroyum til góðar.
KFUK skótarnir mæla tí til, at tær 750.000 kr. ikki verða markaðar til Skótadeplinum á Selatrað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV