- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heidi Sevdal skeyt Føroyar til sigurs

Við máli frá Heidi Sevdal eftir steðgin eydnaðist tað føroysku fótbóltskvinnunum at vinna Nations League-útidystin ímóti Gibraltar.
Innskifta Jensa Tórálvsdóttir tamdi ein bólt vinstru megin á mótstøðuhálvuni, slapp framvið einari og fekk prikað bóltin til veteranframherjan, sum sendi framvið málverjanum við vinstra beinið.
Málið kom, júst tá Føroyar høvdu sína bestu løtu í dystinum. Jensa Tórálvsdóttir og Petra Hoydal komu inn, og saman við Heidi Sevdal fingu tær skapt nakrar vandamiklar støður, og útfrá hesi løtuni vóru tey trý stigini uppiborin.
Annars var talan um heldur óruddiligan dyst, har tað sjáldan eydnaðist at spæla seg til upplagdar málkjansir. Tað var eisini galdandi fyri heimaliðið, sum spældi sín fyrsta kappingardyst á heimavølli.
Føroyar vóru favorittur undan dystinum, og tí kemur sigurin væl við, áðrenn heimadystir ímóti Moldova og júst Gibraltar fyrst í apríl.
Europa Point-leikvøllurin (Nations League, 2. umfar)
Gibraltar - Føroyar, 0-1 (0-0)
0-1 Heidi Sevdal, 70 min.