- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alsamt fleiri børn í Norra senda nakinmyndir
- Foreldur eru góðtrúgvin um tað, sum børnini gera á netinum, sigur Hege Skar, sum er politiovasti í Vestfold nærhendis Oslo við norska kringvarpið.
- Børnini eru meira á Snapchat, Youtube og Skype tá ið tey eru um níggju ára gomul, og tá síggja vit fleiri dømi um, at tey taka nakinmyndir av sær og senda til hvønn annan, sigur Hege Skar. Hon er leiðari fyri deildina fyri kynslig brotsverk í Vestfold.
Dømi eru um upptøkur av børnum heilt niður í sjey ár.
Politiið tekur ofta mál upp, har vaksin hava lokkað ella hótt børn at senda sær myndir. Men nú er tað blivið meira vanligt, at børn tilvitað senda nakinmyndir.
Hege Skar hevur eygleitt gongdina í eitt longri tíðarskeið og verður í dag ikki longur bilsin av at síggja mál um børn, sum senda tílíkar myndir.
- Foreldrini eru enn ov góðtrúgvin um tað, sum netið og snildfonirnar verða brúktar til, sigur hon.
Og tað er ein avbjóðing at greiða børnunum frá, hví tey skulu lata vera.
Meðan fjórða og fimtafloksnæmingar hava lættari við at síggja avleiðingarnar av sínum gerðum, so ger hetta seg ikki galdandi fyri yngstu netbrúkararnar.
- Tá ið børnini eru seks ella sjey ár, mugu vit gera okkum nógv betri ómak at greiða teimum frá, sigur leiðari í áhugafelagskapinum Barnevakten, Leif Gunnar Vik, við NRK.