- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summar bygdir bólgna - aðrar tódna
Sunda kommuna taldi tilsamans 1.558 fólk 1. januar 2005. Síðan tá eru 243 fólk løgst afturat. Fólkatalið í Sunda kommunu er sostatt farið upp um 1.800. Vøksturin er 15,6 prosent. Sama tíðarskeið vaks fólkatalið í Føroyum 3,7 prosent.
Gongdin í teimum ellivu bygdunum í Sunda kommunu hevur verið rættiliga ójøvn. Á Norðskála búðu 247 fólk í 2005. Nú eru 74 fólk fleiri á Norðskála. Sostatt er talið 321. Hesin vøksturin er 30 prosent.
Í Hvalvík var fólkatalið 219 í 2005. Nú eru 36 fleiri, so at tað í dag búgva 255 fólk í Hvalvík. Hesin vøksturin er 16 prosent. Í grannabygdini, Streymnesi, er vøksturin sera stórur. Har búðu 198 fólk í 2005, og nú hevur Streymnes 311 íbúgvar, 113 fleiri enn í 2005. Framgongdin er 57 prosent.
Eisini Oyrarbakki er munandi vaksin. Har búðu 105 fólk - nú eru tey 170, altso 65 fleiri enn í 2005. Lutfalsliga er Oyrarbakki vaksin mest, nevniliga 62 prosent. Á Oyri fjølgaðust tey frá 137 til 175 í sama tíðarskeiði, og tað er 38 fólk fleiri, sum svara til 28 prosent.
Beint sunnan fyri brúnna fækkast fólk. Lítla bygdin, Langasandur, slakar kortini ikki; har búðu 36 fólk í 2005, og í dag eru tey trý fleiri. Men longri norðuri, í Haldórsvík, minkar manntalið. Har búðu 162 fólk í 2005.
Nú eru tey 113, sum er 48 fólk færri. Hendan minkingin er 30 prosent. Og norðasta bygdin í Streymoynni, Tjørnuvík, er minkað við 20 prosentum. Har búðu 71 fólk í 2005. Nú eru tey 14 færri, altso 57.
Hóast munandi fólkavøkstur í Sunda kommunu er broytingin avmarkað í stóru bygdini, Hósvík. Í 2005 búðu 297 fólk í Hósvík. Síðan er talið hækkað við 23, so nú eru hósvíkingarnir 320 í tali. Hesin vøksturin er átta prosent.
Útjaðarin í Sunda kommunu, Gjógv fyri eystan og Saksun fyri vestan, minkar í stórum. Í 2005 búðu 54 fólk við Gjógv. Tað talið er minkað við 23, so nú búgva 31 fólk við Gjógv. Hendan minkingin er 43 prosent. Og Saksun hevði 32 fólk í 2005. Nú eru tey bara átta. Minkingin er 75 prosent.