Stremba eftir at børn og ung ikki verða innløgd

Stremba eftir at børn og ung ikki verða innløgd
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað einum fyrispurningi frá Kaj Leo Holm Johannesen um Psykiatriska depilin
 
27.11.2018 - 09:44

Í ár hava trý fólk undir 18 ár verið løgd inn á Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum, men strembað verður altíð eftir, at børn og ung ikki verða løgd inn.

Í teimum førum, neyðugt verður at leggja ungfólk inn á Psykiatriska depilin, verður skipað soleiðis fyri, at eitt starvsfólk burturav altíð er um sjúklingin.

Eisini verður borið soleiðis í bandi, at annað av foreldrunum verður lagt inn saman við barninum.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Kaj Leo Holm Johannesen í Sambandsflokkinum.

Ein serlækni í barna- og ungdómspsykiatri er settur aftrat, og økið er uppraðfest við einum sálarfrøðingi og einum sjúkrarøktarfrøðingi. 

Arbeiða við loysn

Løgtingsins umboðsmaður kom í summar við eini frágreiðing um umstøðurnar hjá børnum, sum verða løgd inn á Psykiatriska depilin.

Eitt av tilmælunum var, at børn skulu ikki verða løgd inn saman við vaksnum.

Sirið Stenberg sigur, at Landssjúkrahúsið hevur síðani arbeitt við einari loysn. Hon er, at nýskipaða dagtilboðið eisini skal fevna um innleggingar um kvøldið og náttina.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 verður lagt upp fyri at víðka dagtilboðið til børn og ung.

Psykiatriin flytur í nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum um tvey ár, og tá verða hesar avbjóðingar loystar, sigur Sirið Stenberg í svarinum til Kaj Leo Holm Johannesen. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948