- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samd um at leggja tvey arbeiðarafeløg saman í eitt

Gøtu arbeiðarafelag og Leirvíkar arbeiðarafelag hava gjørt av at leggja feløgini saman í eitt felag.
Nýggja felagið fer at hava knappliga 400 limir, og fer væntandi at hava bústað í Gøtu.
Eykaaðalfundir vóru í báðum feløgum mikukvøldið um samanleggingina.
Men áhugin hjá limunum var alt annað enn stórur.
Ein limur var á fundinum í Gøtu og eingin í Leirvík.
Arbeitt verður tó víðari við samanleggingini, sigur formennirnir á báðum feløgum, Martin K. Joensen í Gøtu og Kristian Joensen í Leirvík.
Nú skulu ognirnar hjá feløgunum virðismetast, bæði feløgini eiga hús, og uppskot um lóg fyri nýggja felagið skal gerast.
Men ætlanin er, at nýggja felagið byrjar 1.januar 2019.

Lítil áhugi