Rannvá nýggj forkvinna fyri lesandi

Rannvá nýggj forkvinna fyri lesandi
Rannvá Dam í Baianstovu er nýggj forkvinna í Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetur Føroya
 
05.11.2018 - 07:15

Ráð teirra lesandi, sum umboðar øll lesandi á Fróðskaparsetur Føroya, hevur fingið nýggja forkvinnu og hevur skipað seg av nýggjum.

Rannvá Dam í Baiansstovu er nýggj forkvinna. Hon er vald fyri Søgu- og samfelagsdeildina og tekur við eftir Turið Christophersen, sum valdi at taka seg aftur eftir fimm ár sum forkvinna.

Nýggir limir í nevndini eru Brandur Arnoarson, umboð fyri Náttúruvísindadeildina, og Teinar Olsen, umboð fyri Søgu- og samfelagsdeildina. Hini í nevndini eru Sharon Sivertsen frá Námsvísindadeildini og Ingilín D. Strøm av Føroyamálsdeildini. Umframt tað eru Tóri Atlason og Sveinur Heinason Rasmussen valdir at umboða nevndina hjá Námsvísindadeildina.

Aðalmálið hjá Ráð teirra lesandi er at røkja áhugamál teirra lesandi í samstarvi við setursleiðslu, undirvísarar og onnur starvsfólk á stovninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109