Undirskriva millumtjóða-avtalu um Íshavið týsdagin

Undirskriva millumtjóða-avtalu um Íshavið týsdagin
Avtalan skal forða fyri óskipaðum fiskiskapi
 
27.09.2018 - 19:02

Føroyar verða við til at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í Íshavinum. 

Tað verður gjørt, tá Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum týsdagin fer at skriva undir ein sáttmála um Íshavið, við fleiri onnur lond.

Sáttmálin verður í fyrstu syftu galdandi í 16 ár, og so er ætlanin at gera nýggjan sáttmála, sum skal vara í fimm ár.

Loyvi frá løgtinginum

Tað kann enda við, at Føroyar fáa atgongd til fiskiríkidømið í Íshavinum, um ísurin bráðnar, sigur Poul Michelsen.

Poul Michelsen var til ráðførslu í Uttanlandsnevndini fyrrapartin, og nevndin gav honum loyvi at skriva undir sáttmálan við hini londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109