Bakkafrost mist 750.000 fiskar

Bakkafrost mist 750.000 fiskar
Bakkafrost hevur mist óvanliga nógvan fisk seinastu dagarnar við Kolbanagjógv.
 
23.09.2018 - 18:43

Umleið 750.000 fiskar eru deyðir í økinum innan fyri eitt stutt tíðarbil, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi.

Talan er um aliøkið A-81 í Kolbanagjógv. Fiskurin, sum er deyður, hevði eina miðalvekt á 500 gramm.

Hjá Bakkafrost vita tey ikki, hví fiskurin er deyður.

Men felagið hevur onkrar ábendingar. Bakkafrost sigur, at nakrar algur, sum verða nevndar phaeocystis, pseudo-nitzcia og heterosigma, vóru skrásettar at vera í sjónum á aliøkinum tann 20. september, tað vil siga hósdagin.

-Eisini hava vit staðfest, at samstundis og framman undan skaðatilburðinum eru stórar mongdir av tøðum sprændar út á bøin og partvís komið beinleiðis á sjógv einans 200 metur frá alibrúkinum, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivinum.

Felagið sigur, at framhaldandi kanningar verða gjørdar fyri at staðfesta, hvør orsøkin var til brádliga fellið, sum bert vardi fáar tímar.

Aling hevur verið á aliøkinum A-81 Kolbanagjógv seinastu 30 árini, og tílíkur tilburður hevur ikki verið áður. Bakkafrost hevur ikki sæð líknandi støðu á nøkrum øðrum aliøki seinastu dagarnar, sigur felagið.

Liðugt verður at taka allan deyðan fisk upp á aliøkinum A-81 Kolbanagjógv í morgin, og einki óvanligt er skrásett síðan 20. september

Fiskurin á aliøkinum í Kolbanagjógv er tryggjaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981