- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skattafrítt at leiga út tak yvir høvdið

Landsstýrið ætlar nú at betra møguleikan hjá fólki at leiga sær bústað.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur sent eitt uppskot til hoyringar um at gera tað skattafrítt at langtíðarútleiga bústaðir.
Í uppskotinum verður mælt til, at leiguinntøka verður skattafrí, tá leigað verður út til bústað í longri tíðarskeið.
Hámarkið er tó 150.000 kr. um árið.
Hámarkið hækkar
Markið er 50.000 kr. í galdandi lóg.
Broytingin fer at kosta tvær til tríggjar milliónir í skatti um árið, landið missir 55 prosent og kommunurnar 45 prosent.
Uppskotið er eitt av nógvum átøkum í einum bústaðarpakka, sum landsstýrið ætlar at leggja fram í næstum.
Endamálið er at fáa til vegar fleiri bústaðir, nú bústaðartrotið er so stórt.