Grótið frá Sandoyartunlinum tyrvast

Grótið frá Sandoyartunlinum tyrvast
Fyribils er ætlanin, at grótið, sum kemur úr Sandoyartunlinum, Streymoyarmegin, skal tyrvast.
 
06.08.2018 - 17:26

Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, sigur at felagið nú bíðar eftir eini góðkenning frá Búnaðarstovuni til ætlanina, men at Tórshavnar kommuna hevur hevur samtykt hana.

Tilsamans kemur umleið ein hálv millión kubikkmetrar av gróti úr Sandoyartunnlinum, sum koma upp streymoyarmegin.

Fýra uppskot komu inn

Tað komu fýra ítøkilig uppskot inn um nýtslu av grótinum.

Tórshavnar kommuna hevði ætlanir um eitt bústaðarøki á Velbastað, men tað var ikki stór undirtøka fyri tí, og tann ætlanin var slept.

Byggifyritøkan J&K Petersen hevði eitt uppskot um at nýta grótið til at gera eitt nýtt ídnaðarøki á Velbastað. Størsti parturin av grótinum, sum kemur upp á Streymoynni, skuldi brúkast til ta verkætlanina. Tekniska umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur mælt til at geva loyvi til ætlanirnar, og tí tilmælinum hevur byggi- og býarskipanarnevndin eisini valt at fylgja. Higartil eru tær ætlanir tó ikki komnar longur enn tað.

Eitt uppskot kom úr Kirkjubø, at fylla í aftur økið millum Kirkjubøhólman og landið. Men Kirkjubøar- og Velbastaðarnevndin mælti heldur til at brúka grótið til eina bakkaverju framman fyri kirkjuna í Kirkjubø. Tórshavnar kommuna samtykti eisini at taka undir við teimum ætlanunum, men friðingarnevndin má taka undir við tí, áðrenn farast kann undir tað arbeiðið.

Møguleiki fyri at brúka grótið til annað endamál

Seinasta uppskotið er so uppskotið frá tunnilsfelagnum um at tyrva grótið í einum øki norðanfyri vakstrarhúsið á Velbastað. Higartil er tað tað einasta uppskotið, ið ítøkiliga verður arbeitt víðari við í løtuni.

Jákup Dam, virkandi formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini, sigur, at kommunan hevur samtykt ætlanirnar hjá tunnilsfelagnum at tyrva grótið, men hevur samstundis tryggja sær, at grótið kann nýtast á annan fullgóðan hátt.

Tað vil siga, at um aðrar verkætlanir gerast veruleiki, so er møguleiki at brúka grótið til annað endamál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948