Ókeypis verður ikki at koyra undir sjónum

Ókeypis verður ikki at koyra undir sjónum
Arbeiðspendlarar fáa at kalla alt gjaldið aftur í ferðastuðli
Vágatunnlin, sum eftir nýggjár verður umsitin í Runavík.
 
30.07.2018 - 12:10

Gjaldið fyri at koyra í teimum báðum undirsjóvartunlum, sum longu eru, verður ikki strikað, ikki so leingi, hendan samgongan er, varð staðfest í gjár.

Sambært lógunum um tunlarnar skal útveganarkostnaðurin, eisini partapeningurin, sum landið setti í feløgini, gjaldast aftur, áðrenn tunlarnir kunnu latast landinum.

Og gjaldið fyri at brúka tunlarnar er besta trygdin fyri, at tunlarnir verða hildnir viðlíka og dagførdir, stendur í ískoytinum til røðuna, sum løgmaður helt í tinginum í gjár, tá tingsetan 2018 byrjaði. 

Tað kostar eisini bara tríggjar krónur at brúka tunlarnar, tá gjaldið hjá haldarum fer niður mikudagin.

Tá lækkar gjaldið niður í 20 kr.

Tey, sum koyra til arbeiðis og heim aftur, fáa 17 kr. aftur í ferðastuðli, so hjá teimum er kostnaðurin tríggjar krónur.

Løgmaður segði í røðu síni, at umsitingin hjá P/f Vágatunlinum og P/f Norðoyatunlinum verður flutt úr Havn til Runavíkar á nýggjárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164