Atgongustig kunngjørd í kvøld

Atgongustig kunngjørd í kvøld
Í kvøld klokkan 23.01 verður kunngjørt, hvørji atgongustig tær ymsu útbúgvingarnar í Danmark krevja fyri upptøku.
 
27.07.2018 - 15:17

Klokkan 23.01 í kvøld føroyska tíð kunnu tey, sum hava søkt inn á útbúgvingar í Danmark síggja, hvønn karakter krevst fyri at sleppa inn á ymsu útbúgvingarnar í Danmark. 

Sostatt kanst tú eisini síggja, um tú ert komin inn á ta útbúgving, sum tú hevur søkt inn á. 

Sjálvt um karakterkrøvini verða almannakunngjørd klokkan 23, so merkir hetta ikki, at tú longu fær svar tá. Tað er nevniliga ymiskt frá útbúgvingarstovni til útbúgvingarstovn, nær úrslitini eru klár. 

Tí tað eru nevniliga útbúgvingarstovnarnir sjálvir, ið boða frá, um viðkomandi, sum hevur søkt, er sloppin inn. 

Tað eru tó bert tey, sum hava søkt inn á kvotu 1, sum fáa svar í kvøld - um tey eru sloppin inn ella um miðalkarakterurin akkurát ikki rakk. 

Tey, sum hava søkt inn á kvotu 2, mugu harafturímóti bíða. 

Um tú ikki sleppur inn, kann tó vera at vón er fyri framman. Tað er soleiðis, at tú kanst fáa eitt sonevnt standby-pláss. Tað vil siga, at um onkur meldar avboð kanst tú fáa tað plássið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164