Maður datt oman

Maður datt oman
Ein ferðamaður datt oman í Vágum í gjárkvøldið. Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið.
 
13.06.2018 - 07:06

Ein maður datt oman í fjøllunum í Vágum í gjárkvøldið. Løgreglan fekk boðini um trýkorter til sjey í gjárkvøldið.

Tríggir útlendingar vóru farnir í hagan, ein teirra fór á glið við Rangháls, maðurin gleið einar 50 metrar, áðrenn hann fór útav niður í eitt gil.

Tyrlan kom á staðið og flutti mannin á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109