- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil leingja umskipanartíðina eftir Brexit
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/may.jpg?itok=DR-vMZUz)
Avtalan sigur nú, at Bretland fær tvey ár til at umskipa viðurskiftini, men Theresa May fer at biða ES um at leingja ta tíðina upp í fýra ár, siga keldur við The Times.
Fær hon undirtøku í ES fyri sínum sjónarmiði, so kvettir Bretland ikki endaliga við ES fyrr enn í 2023, og tá vera sjey ár síðani Bretland gjørdi av at fara úr Evropeiska samveldinum.
Hildið verður, at ein av ósemjunum, sum er markið ímillum Írland og Norðurírland, kann gerast smidligari, um freistin verður longd.
Tað eru fleiri tinglimir í Konservativa Flokkinum, sum vilja kvetta við ES so skjótt sum gjørligt, og spurningurin er tí, um teir fara at góðtaka ætlanina hjá forsætisráðharranum.
Onkur rør framundir, at best er at koyra Theresu May frá sum formann í flokkinum og harvið eisini sum forsætisráðharra, um freistin verður longd.
Tað hevur havt fylgjur fyri Bretland, at landið gjørdi av at fara úr ES.
Mikudagin segði tjóðbankastjórin, Mark Carney, at hvørt húski í Bretlandi higartil hevur mist 10.000 krónur við avgerðini. Tað segði hann undir eini hoyring í parlamentinum.
Nú eru skjótt tvey ár síðni bretar valdu at fara úr ES, og hóast einki veruliga er hent síðani, so hevur bretski búskapurin havt afturgongd av avgerðini.
Sambært tjóðbankastjóranum er bretski búskapurin nú 1,5 % minni, enn hann var dagin fyri fólkaatkvøðuna fyri skjótt tveimum árum síðani.