Basa flugunum við eitri

Basa flugunum við eitri
Eitrið, sum skal basa nógvu flugunum í Leirvík, er komið til landið og smurt á burturkastið, sum verður goymt í grótbrotinum á Vík
Mynd: IRF  
 
15.05.2018 - 09:53

Tað tykist at gera mun, sigur stjórin í IRF, Poul Andrias Joensen, tí flugurnar eru ikki so nógvar nú, heldur hann.

Arbeiðið at basa fluguni verður gjørt í samstarvi við skaðadjóratænastuna hjá Eysturkommunu.

Okkurt um 7.000 tons av burturkasti eru goymd í grótbrotinum.

Væntandi verður nýggi ovnurin hjá IRF á Hagaleiti klárur í morgin ella hósdagin. Tá verður ruskið aftur brent.

IRF hevur umhvørvisgóðkenning til at goyma rusk í grótbrotinum á Vík. 

Stjórin væntar, at tað fer tað at taka tað mesta av einum ári at brenna tað, sum er í grótbrotinum okkurt um hálvan annan kilometur frá Leirvík.

Rusk er goymt á hendan hátt fyrr, tað var í 2009, men tá var eingin trupulleiki av flugum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151